Login Form

Inn

Keypstreytir 

Hesar keypstreytir eru bert galdandi fyri keyp á heimasíðuni.

1. Bílegging og levering

Ordrin verður vanliga avgreiddur sama dag ella dagin eftir bíleggingina. Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú Inn at taka upphæddina av konto tínari. Samskiftið við SSL (Secure Socket Layer) loysnina er krypterað, soleiðis at hvørki Inn ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Nærri upplýsingar um trygdina kunnu lesast her.

 

2. Prísir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

 

3. Gjaldstreytir

Gjald fyri vørurnar kann gerast við:
1. Dankort, Visa/Dankort, Mastercard, Visa Electron og American Express.
2. Skuldskrivast á góðkenda konto hjá Inn.

Verður goldið við Dankorti ella Visa/Dankorti so hevur hetta einki eykagjald við sær, men á Mastercard, Visa Electron og American Express kemur eitt PBS avgjald uppá 1,95 DKK.

4. Flutningstreytir

 

Vit pakka tínar vørur ókeypis. Kostnaður fyri útkoyringina er settur til kr. 49,- . Við at skriva títt postnummar inn í rútin ið kemur fram við innritanina, sæst um vit koyra út í tínum øki.

 

5. Trygd/umbýting 

Fyri matvørur og vørur til húsarhaldið er eingin umbýtingarrættur. Allar aðrar vørur kunnu latast inn aftur innan 7 dagar frá móttøkudegnum, treytað av at vøran er óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligum pakningi. Hetta er tó ikki galdandi fyri vørur ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan. Allar vørur eru umfataðar av 1 ára trygd, tó ikki uppá slitdeilir og skeivari nýtslu av vøruni. Vøran kann sendast aftur til Inn treytað av at hon er í upprunainnpakningi. Um so er at vøran skal umbýtast við aðra vøru, skal hetta gerast innan 14 dagar eftir at Inn hevur sent vøruna.

So lætt er tað

Stig 1

Finn vørurnar, sum tú ynskir at keypa. Tú finnur tær í vøruyvirlitinum ella við at leita, og legg tær síðani í kurvina

Stig 2

Far til kassan við at trýsta á kurvina, útfyll tínar upplýsingar og rinda

Stig 3

Vøran verður pakkað og gjørd klár til útkoyring

Stig 4

Vøran verður koyrd til dyrnar