Ert tú vísur í tú vilt strika vøruna av yndislistanum?
Strika
Angra
1
1
1
1
1
Samlað
207,80
Handilstreytir

Keyps- og veitingartreytir fyri heimasíðuna

Ánari

Sp/f Inn Grønlandsvegur
Poul Juelsgøta 2
100 Tórshavn

V-tal: 591157

Telefon: 77 88 99
Teldupostur: inn@inn.fo

Avtalutreytir og upplýsingaskylda

Tá ið tú rindar fyri eina vøru, skalt tú góðtaka hesar keyps- og veitingartreytir.

Trygd í sambandi við keyp

Vit nýta Quickpay til at handfara keyp á heimasíðuni.

Quickpay veitir í samstarvi við Nets vissu fyri, at tínar kortupplýsingar verða bronglaðar og sendar beinleiðis til bankan ígjøgnum eitt trygt samband (SSL).

Inn hevur ikki atgongd til upplýsingar á tínum gjaldkortið.

Rindan

Tú kanst rinda við hesum gjaldkortum:

  • Visa
  • Visa Electron
  • MasterCard

Tú rindar við at skriva inn kortnummar, eftirlitstal, og nær kortið gongur út.

Upphæddin verður endaliga trekt tá ið vøran er avheintað.

Gjaldoyra og kvittan

Allir upplýstu prísir eru í DKK. Meirvirðisgjald verður lagt á allar vørur. Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.

Tá ið tú hevur rindað, verður kvittan send á tín teldupost við upplýsingum um keypið. Kvittanir eru somuleiðis inni á tínum brúkara, um tú hevur stovnað ein.

Vøruveitingar

Tað er einans møguligt at avheinta vøruna hjá Inn á Grønlandsvegnum. Vit koyra ikki út í verandi løtu.

Er vøran skadd áðrenn móttøku, verður tú biðin um at seta teg í samband við inn@inn.fo ella ringja 77 88 99 og tú fært eitt nýtt eintak av vøruni.

Angrirættur

Angrar tú keypið kanst tú lata vøruna inn aftur innan 14 dagar. Hetta verður gjørt við at gera brúk av hesum rætti inni í handlinum. Upphæddin verður afturgoldin á staðnum ella send á kontonummar innan 14 dagar. Gev gætur at vøran skal ikki verða upplatin ella skadd.

Klagur

Møguliga klaga kann verða fráboðað innan 24 mðr. Hetta verður gjørt við at senda eini boð á inn@inn.fo